HB fer til Klaksvíkar eftir steypinum

Landskappingin í Betri Deildini hjá monnunum endar í dag. HB fer til Klaksvíkar eftir steypinum, meðan Skála og AB berjast um ikki at flyta beinleiðis niður

Sigurjón Einarsson
7. november 2020 kl. 13:00

Í dag endar landskappingin í Betri Deildini hjá monnum.

HB fer til Klaksvíkar eftir steypinum, ið KÍ hevur havt í varðveitslu hetta seinasta árið. HB er longu føroyameistari, men gamli klassikarin, sum í dag verður spældur í Klaksvík, plagar altíð at vera spennandi. 

Á Tórsvølli verður spennandi dystur millum nummar trý og fýra, B36 og NSÍ, har Evropa Cup-pláss standa uppá spæl. Her kann NSÍ klára seg við javnleiki, meðan B36 skal vinna, fyri at yvirhálað NSÍ. Enn vita vit ikki, hvat lið verður steypavinnari, men til komandi ár, eru tað einans trý lið, ið sleppa út í Evropa at spæla. Undanfarin ár hava fýra føroysk lið spælt í evropeiskum kappingum.

Í hinum endanum av talvuni er eisini spennandi, hvør flytir beinleiðis niður og hvør skal spæla play-off um sæti í bestu deildini. AB spælir heima móti EB/Streymi, har argjamenn mugu fáa stig, um teir ikki skulu flyta beinleiðis niður. Teir hava sjey stig.

Skála, ið liggur næstniðast, hevur eisini sjey stig, men betri málúrtøku enn AB. Skálamenn spæla á útivølli móti TB í Trongisvági.

Áheitan frá FSF

Í tí sambandi, at landskappingin endar í dag, heitir Fótbóltssamband Føroya á allar áskoðarar, um at halda frástøðu, og at eingin óviðkomandi fer inn á vøllin, tá dómarin floytar av. Hetta, fyri at verja spælarar, dómarar og hvønn annan ímóti møguligari koronasmittu.

Flestu feløg hava spælarar, sum skulu uttanlands við landsliðum í næstum, eins og fleiri feløg skulu spæla steypadystir seinni í hesum mánaðinum. Tí hevur tað stóran týdning, at vit saman ansa eftir, so eingin verður útsettur fyri koronasmittuni.

Heimafelagið hevur ábyrgd av trygdini í samband við dystir, men hervið verður heitt á øll um at verða viðvirkandi til, at seinastu dystirnir kunnu avgreiðast undir tryggum kørnum.

Dystirnir:

KÍ – HB: Dómari er Jóhan Hendrik Ellefsen 

B36 – NSÍ: Dómari er Petur Reinert 

Víkingur – ÍF: Dómari er Rúni Gaardbo 

TB – Skála: Dómari er Dagfinn Forná 

AB – EB/Streymur: Dómari er Bjarki Danielsen