HB fer at selja HB húsið

Eitt ognarfelag, sum Poul Michelsen formliga fer at stovna, fer at yvirtaka húsið

Jóannes Hansen
28. desember 2023 kl. 22:33

HB skrivar soleiðis í kvøld:

Í kvøld var eykaaðalfundur hildin í felagnum. Á skránni var umskipan av eigaraviðurskiftunum í HB-húsinum. Fundurin samtykti einmælt at gera eitt ognarfelag, sum skal eiga og reka HB-húsið.

Virksemið í HB-húsinum heldur fram óbroytt, og eru vit í HB sera fegin fyri at fáa hendan møguleikan.

Ognarfelagið verður formliga stovnað av Poul Michelsen, sum er ein av heiðurslimunum í felagnum, skrivar HB í kvøld.