Video: HB er føroyameistari

Við tryggum 4-0 sigri á TB tryggjaði HB sær sítt 24. Meistaraheiti

Dan Lamhauge
1. november 2020 kl. 17:33

Stóripinnur var nóg illa komin einaferð runt, tá Mikkel Dahl legði HB á meistarakós. Sami Mikkel Dahl økti um leiðsluna løtu seinni, og so var ikki so nógv at ivast í, at sigurin og meistaraheitið fór at enda í Gundadali. Tá av tornaði vann HB 4-0. Mikkel Dahl skoraði hattrik, fjórða málið gjørdi Hilmar Leon.

Í Runavík tók eitt skert NSÍ ímóti KÍ. Hóast KÍ skuldi vinna fyri at halda lív í vónini um at endur vinna meistaraheitið, so vóru tað teir gulu, sum vóru omaná. Einsamalla málið í dystinum skeyt málkongurin Klæmint Olsen í fyrra hálvleiki.

Í Gøtu vann B36 3-1 á Víkingi. Víkingur er púra steðgað upp og hevur tapt seinastu fýra dystirnar. Tað var annars Finnur Justinussen, sum legði Víking á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, og støðan helt sær til hálvleiks. Í seinna hálvleiki løgdu havnarmenn meira fyri, og tað gav úrslit beinanvegin, tá Hannes Agnarsson javnaði. Stutt eftir legði gøtumaðurin í B36, Erling Dávidsson, B36 á odda, áðrenn Sebastian Pingel staðfesti 3-1 sigurin.

ÍF vann fyri fyrstu ferð í fleiri mánaðar. Tað gjørdu teir, tá AB var í Fuglafirði og vitjaði. Einasta málið í dystinum skoraði Uros Stojanov miðskeiðis í seinna hálvleiki.

HB er nú føroyameistari, tað svitast ikki. Men kappingin um annaðplássið og evropiska luttøku er beinhørð. Vinnur KÍ móti AB mikukvøldið, so liggja teir best fyri undan seinasta umfarinum leygardagin. Hini liðini, sum stavn um stavn dystast um plássið, eru NSÍ og B36. Júst hesi bæði liðini møtast í Gundadali leygardagin, meðan KÍ fær vitjan av nýklaktu føroyameistarunum úr HB. Tað er spenningur til síðsta bríksl.