Líkindini vóru góð, og tað vóru fleiri áskoðarar, enn tað ofta eru, tá ið tað er fótbóltur í Gundadali eitt yrkakvøld.
Setningurin hjá B36 var at vinna fyri fyrstu ferð á grannunum í fýra ár, ment tað eydnaðist ikki. HB vann 2-0, og so er tónin sligin ann soleiðis at skilja, at nú eru tað KÍ og HB, sum eftir tvey umfør hava fulla úrtøku.
Bartal Wardum skoraði beinanvegin, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í netið eftir horna úr høgru frá Viljormi Davidsen, sum nú avgreiðir hornaspørkini, sum Adrian Justinussen higartil hevur tikið sær av.
B36 var væl við, og tað var spenningur og góðar støður í báðum endum. Munurin var, at B36 ikki megnaði at fáa bóltin í netið. Valerijs Sabala varð skiftur inn í seinna hálvleiki, og eftir horna var um reppið, at hann við høvdinum sendi bóltin í málið, men bólturin fór skeivu megin samankomingina.
Mattias H. Lamhauge í B36 málinum vísti landsliðsstøði, tá ið hann bjargaði brotssparki frá Viljormi Davidsen, og so var tað, at HB tveir minuttir undan leikloki setti trumf á, tá ið Mikkel Dahl skoraði.
-Talan var um javnan dyst, og vit eru fegnir um sigurin. Tað hevði stóran týdning, ar Bartal longu eftir eitt korter skoraði við høvdinum eftir horna úr høgru frá Viljormi Davidsen. Tíverri var Bartal ikki førur fyri at fara aftur á vøllin eftir steðgin. Ári Mohr Jónsson var settur inn, og tað kom illa við, tá ið hann lítla løtu seinni noyddist av vøllinum, tí hann var skaddur í lærkrikanum. Tá var neyðugt at seta Mads Borchers aftur á vongverjin í vinstru, men tað gekk kortini, sigur Adrian Justinussen, og hann heldur fram:
-Tað var spenningur heilt fram til, at tað restaðu tveir minuttir. Tá vísti Mikkel Dahl, hvussu avgerandi tað er at hava spælarar við slíkum máltevi á liðnum, sigur Adrian Justinussen.
B36 liðformaðurin Andrias H. Eriksen iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna stig ímóti HB.
-Sum dysturin leið, so kendu vit tað soleiðis, at vit høvdu betri tak á, enn vit undanfarnu árini hava havt, tá ið vit hava spælt ímóti sonevndu toppliðunum. Tá ið vit vunnu 3-0 í Gøtu vóru vit sera effektivir, men soleiðis var tað tíverri ikki í kvøld, staðfestir B36 liðformaðurin Andrias H. Eriksen.
B36 – HB 0-2 (0-1)
0-1: Bartal Wardum 15.
0-2: Mikkel Dahl 88.
Dómari: Alex Troleis
Mattias H. Lamhauge – Jann J. Benjaminsen, Andrias H. Eriksen, Isak Fredrik Jönsson, Magnus Egilsson – Eli Falkvard Nielsen (Símun Sólheim, 84.), Erlendur Magnusson (Aron Knudsen, 66.) – Taufee Skandari (Sonni Ragnar Nattestad, 89.), Hannes Agnarsson , Bjarki C. Nielsen (Andrass Johansen, 67.) – Benjamin Heinesen (Valerijs Sabala 53.)
HB: Teitur Matras Gestsson – Heðin Hansen, Bartal Wardum (Jákup L. Thomsen, 57.), Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Adrian Justinussen, Dan í Soylu (Eivind Restorff Mouritsen, 89.), Heðin Hansen, Mathias Præst Niellsen, Áki D. Samuelsen – Mikkel Dahl, Mads Borchers