HB er av álvara hótt í Europa

Fyri aðru ferð í smáar tvær vikur megnaði B68 í kvøld at vinna eitt stig á útivølli ímóti stórum heimafavorittum

Jóannes Hansen
30. september 2023 kl. 21:17

Fyri einum ári síðani endaði tað við 2-1 B68 sigri í Gundadali ímóti HB. Síðani hevur HB vunnið tvær ferðir ímóti B68, men í kvøld kiksaði tað aftur, og í HB er vónbrotið øgiliga stórt, nú tað fyri fjórðu ferð á rað ikki eydnaðist HB at vinna fulla úrtøku í Gundadali. Úrtøkan í hesum fýra dystunum er tvey stig.

-Tá ið teir javnaðu til 2-2, sloknaði kontaktin, og so var talan um katastrofa. Tað var neyðugt hjá okkum at vinna, men tað kiksaði, og so var tað avgjørt ikki nóg gott, var niðurstøðan hjá HB liðformanninum og landsliðsmálverjanum Teiti Matras Gestsson eftir dystarlok. Hann var í seinna hálvleiki noyddur at fara skaddur av vøllinum, og tað er rættiliga ivasamt, um hann verður tøkur mikukvøldið, tá ið HB í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið fær vitjan av 07 Vestur.

-Nú veit eg ikki, hvussu tað fer at laga seg. Longu í fyrra hálvleiki kendi eg, at skaðin í lærinum, sum eg havi drigist við í fleiri mánaðir, aftur argaði. Eg royndi at halda fram eftir steðgin, men so varð eg noyddur at fara av vøllinum, og nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður, sigur Teitur Matras Gestsson.

Í HB er vónbrotið øgiliga stórt um, at tað fram ímóti dystarenda eydnaðist B68 at javna til 3-3. Tað var B68 liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen, sum við høvdinum sendi bóltin í málið eftir horna frá Alex Mellemgaard.

-Vit løgdu væl fyri, og tað sá gott út, tá ið vit eftir góðar 20 minuttir vóru frammanfyri 2-0, men so steðgaði tað upp, og tá ið vit eftir steðgin løgdu okkum aftur á odda 3-2, kundi tað sæð út til, at vit vóru á sigurskós, men soleiðis var tað ikki. Nú hava vit fokus á hálvfinaluni ímóti 07 Vestur, og nú er tað alt avgerandi hjá okkum, at vit vinna okkum í steypafinaluna og vinna steypakappingina, sigur Teitur Matras Gestsson hjá HB í samrøðu við Óla Samuelsen í FM1.

Í kvøld var Tórður Thomsen í B68 málinum. Hann sigur, at hann ikki kendi seg tiknan av fótum, hóast HB miðskeiðis í fyrra hálvleiki var frammanfyri 2-0. Málini skoraðu Adrian Justinussen eftir tríggjar minuttir og eftir álop í høgru og sending frá Hera Hjalt Mohr, og so Mikkel Dahl eftir sending fram eftir miðásinum frá Dan í Soylu. Tá sóu miðverjarnir og málverjin hjá B68 lítið sannførandi út.

-Eg havi so ofta upplivað, at HB fyrstu løtuna hevur verið álopssinnað og hevur skorað bæði eitt og tvey og onkraferðina trý mál, og at tað er eydnast okkum at svara aftur. Men eg var spentur, hvussu liðfelagarnir, sum hava færri royndir, fóru at uppliva støðuna. Teir vístu seg sum menn, og fyri at siga tað akkurát, sum tað er, so eru vit vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna øll stigini. Tí tað var ætlanin, hóast vit vistu, at HB mesta partin av tíðini fór at vera mest á bóltinum og at vinna fleiri málmøguleikar enn vit, sigur Tórður Thomsen.

Síðsta korterið undan steðginum skoraði B68 tvey mál. Ragnar Samuelsen minkaði um munin til 2-1 eftir hornaspark frá Alex Mellemgaard, og Jørgen Nielsen javnaði til 2-2 eftir verjukiks.

So varr tað, at Matthias Præst Nielsen 10 minuttir eftir steðgin legði HB á odda eftir sending frá Adrian Justinussen, og at B68 í síðsta minutti av vanligu leiktíðini javnaði til 3-3.

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var um reppið, at HB skoraði sigursmálið, men Tórður Thomsen stórbjargaði.

HB er á triðja plássi við 49 stigum. Tað er eitt stig aftur til Víking, sum í morgin eigur heimavøll ímóti B36. B68 er á sætta plássi við 21 stigum. Tað er sama stigatal, sum EB/Streymur hevur. Í morgin fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti TB. Frá B68 og aftur til niðurflytingarpláss eru tað nú seks stig og væl betur málmunur.

HB fer mikukvøldið í Gundadali at spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið ímóti 07 Vestur. Fyrra hálvfinalan endaði 1-1. Annan sunnudag fer HB at spæla landskappingardyst á útivølli ímóti TB. Annan sunnudag fer B68 at spæla á heimavølli ímóti Víkingi.

HB – B68 3-3 (2-2)

1-0: Adrian Justinussen

2-0: Mikkel Dahl

2-1: Ragnar Samuelsen

2-2: Jørgen Nielsen

3-2: Matthias Præst Nielsen

3-3: Aleksandur Ó. Jensen