Ongi úrslit

HB dyrgir eftir íslendskum venjara

Íslendska dv.is sigur seg vita, at HB ætlar at seta Arnar Grétarsson sum venjara

Jonhard Hammer
22. apríl kl. 12:29

Um tað er satt, sum íslendski miðilin dv.is skrivar, so fer HB at skifta venjara. Adolfo Sormani og HB hava sáttmála, sum er galdandi fram til og við 2026 kappingarárinum. Men dv.is sigur, at HB er í sambandi við íslendska venjaran Arnar Grétarsson.

dv.is hevur tíðindini frá 433.is.

dv.is skrivar, at eftir at HB vann fýra teir fyrstu landskappingardystirnar, hevur liðið nú tapt tríggjar dystir á rað, og at ein av teimum var 4-0 tap í Klaksvík. Dv.is veit eisini, at HB er sligið út úr steypakappingini.

Eftir hesi úrslitini er venjarin Adolfo Sormani leysur í venjarasessinum, og tí leitar HB eftir nýggjum venjara. Arnar Grétarsson hevur verið leysur, síðani hann í fjør fór úr venjarasessinum í Vali.

Talan er um íslendskan venjara við nógvum royndum. Hann hevur verið venjari hjá KA og Breiðabliki og Rosalere í Belgia. Og so hevur hann eisini verið í starvi hjá Club Brugge og AEK Aþenu, skrivar dv.is.

dv.is leggur afturat, at HB áður hevur havt ein annan íslending í venjarastarvinum. Tað var Heimir Guðjónsson, sum nú er venjari hjá FH. Hann vandi HB í 2018 og 2019.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Charlie Kirk er skotin

10. sepember kl. 21:00

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Sambandið suður um landið sveik aftur í dag

10. sepember kl. 16:45

Nú er at skunda sær at hamstra!

10. sepember kl. 20:20