Eilif Gaard sagt upp sum stjóri á Havstovuni

Havstovan skal hava nýggjan stjóra. Eilif Gaard hevur boðað aðalstjóranum frá, at hann ynskir at vera loystur úr stjórastarvinum, men orsøkin er púra ódramatisk, slær hann fast

Sveinur Tróndarson
14. september 2021 kl. 07:30

- Eg havi í eina tíð hugsað um at gevast sum stjóri, men eg vildi ikki fara fyrr enn verkætlanin við Jákup Sverra var komin heilt upp á pláss, og tað er hon nú. Samstundis er arbeiðið hjá Havstovuni broytt nokkso nógv í samband við umsitingarætlanina og broytingina í áseting av fiskidøgum, og tí eri eg komin til ta niðurstøðu, at hetta er løtan.

Tað sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, tá Dimmalætting spyr um hald er í søgunum um, at hann hevur sagt seg úr starvi.

Men, leggur hann dent á, tað er eingin dramatikkur yvirhøvur aftanfyri uppsøgnina.

- Eg havi verið stjóri á Havstovuni síðan 2010, og eg eri 64 ára gamal, so eg skuldi gevast innanfyri rímiliga tíð allíkavæl, sigur hann.

Søgurnar siga, at nú fráfarandi stjórin ætlar sær aftur at granska og tað váttar hann.

- Tá eg tók við sum stjóri tryggjaði eg mær, at eg fekk farloyvi frá granskarastarvinum, og sjálvt um eg havi verið onkrar túrar við Magnusi og granskað eitt sindur, so hava aðrar uppgávur fylt meira í gerandisdegnum, sigur Eilif Gaard.

Men nú sleppur tú so at granska meira?

- Ja, nú fari eg aftur í mítt gamla starv við tí sum tað inniheldur, sigur hann.

Spurdur nær hann gevst sum stjóri sigur hann, at akkurát tað ikki er so týdningarmikið. Hann vil í øllum førum tryggja eina góða yvirgongd til tann, sum skal taka yvir, og so skal ráðið eisini hava møguleika at søkja eftir nýggjum stjóra.

- Eg ímyndi mær tó at vera so nøkulunda leysur um ársskiftið, sigur Eilif Gaard.

Starvið sum stjóri á Havstovuni er tíðaravmarkað, og tá Eilif Gaard varð settur aftur í 2018 varð hann settur í eitt fimm ára skeið fram til 1. apríl 2023. Men nú hevur hann so valt at siga seg úr starvi fyri tíð.

Eilif Gaard er 64 ára gamal og hevur verið í starvi á Havstovuni, síðani hann í 1986 tók prógv í lívfrøði. Í 2001 varð hann tilnevndur doktari í somu yrkisgrein á universitetinum í Tromsø.