Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til av smáum svartkjafti í føroyskum øki í ár.
Talan er serliga um 2020 árgangin og so eisini 2021 árgangin. Hetta er fyri tað mesta óbúgvin fiskur, sum stendur víða um í sunnara parti av føroyskum øki og nakað suður um markið. Miðallongdin var einans 23 sentimetrar og miðalvektin 80 gram í kannaða økinum.
Longur suðuri var svartkjaftur at síggja eystanfyri, fram við írsku og skotsku hellingini, meðan sera lítið var úti á djúpum sjógvi. Her var talan um nakað størri svartkjaft, sum hevði gýtt.
Fyribilsúrslitini frá hinum rannsóknarskipunum, sum kannaðu økini longur suðuri í írskum sjógvi, vístu, at gýtandi svartkjaftur var at síggja á leiðunum vestur og norður av Porcupine bankanum.
Kanningin er skipað sum altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Spania. Endaligu úrslitini frá felags kanningunum verða tøkar, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd seinni í apríl.
Les alla frágreiðingina her.
Ekkóvirðir (nøgd) av svartkjafti, Jákup Sverri 23/3-6/4 2022.
Kelda: Havstovan