Havsins ríkidømi á borðiskin

Ummæli: Nýggi kokkurin á Barbaru borðreiddi við slammisku úr havinum

Ingi Samuelsen
30. september 2018 kl. 15:33

Við jøvnum millumbilum skipa matstovurnar kring Gongina í Havn, sum saman marknaðarføra seg undir heitinum ”Heima í Havn”, fyri ymsum temakvøldum, har farið verður út um vanligu matarskráirnar fyri at gera nakað serligt burtur úr, ofta við útgangsstøði í árstíðini.

”Heima í Havn” eru matstovurnar hjá Gist og Vist, undir tryggari leiðslu av vertinum og vínkennaranum John Mikkelsen, Áarstova, Fútastova, Ræst (í Nýggjustovu) og Barbara (í Baiansstovu) umframt skeinkistaðið, sum Gist og Vist hevur saman við Mikkeller í Dandastovu.

Fríggjakvøldið vóru ’Havsins fruktir’ á skránni í Barbara Fish House. Umboð fyri dimma.fo/Portalin vóru boðin við, og hetta gjørdist eitt sermerkt upplivilsi við eini væleydnaðari matarskrá.

Barbara hevur fingið nýggjan kokk eftir at undangongumaðurin í køkinum, Jákup Sumberg, er givin. Í hansara stað er ’grannakokkurin’ úr Ræst, Kári Kristiansen, komin, og – sum skilst – er hann nú í ferð við at seta sín egna dám á matarskránna hjá Barbaru.

- Eg brúki hetta temakvøldið til at royna nakrar rættir, sum helst koma á nýggju matarskránna, sum verður klár í næstum, avdúkaði hann hetta kvøldið.


Kári Kristiansen, kokkur á Barbaru (Mynd: Birgir Kruse)

Skeljaður matur
Og her var nógv gott at velja millum. Tá kokkar tosa um havsins fruktir, so er sjáldan, fyri ikki at siga aldrin, talan um fisk, men heldur um gággur og annað livandi úr havinum, sum er skeljað.

Tilsamans vóru 11 rættir, 9 við skeljadjórum og tveir omaná.

Byrjað varð við eini suppu, eini hummarabisque – bisque er suppa, kókað úr hummara- ella rækjuskeljum – ið var borðreidd í eini lítlari skál at drekka úr heldur enn at súpa. Við at drekka suppuna merktist eisini týðuliga angin av kammillu, ið var ein partur av smakkinum – øðrvísi.

Síðan kom igulker lagt oman á eina eggjandi blanding av laksarognum og sagogrýnum.

Hereftir var aftur suppa á skránni. Nú ein køld grøn gaspacho við gurku og ráari jákupsskel – eitt av hæddarpunktunum á kvøldinum. Næsti rættur var eisini eitt hæddarpunkt – tað var kræklingur, borðreiddur sum suðurevropiskt ’escabeche’, ið merkir at maturin er súltaður og/ella royktur á onkran hátt, og lagdur oman á eina ristaða breyðflís – eitt upplivilsi.


Kraftmikil soppasúpan við rækju (Mynd: Birgir Kruse)

Onki fjas
Absolutta hæddarpunktið fyri ein suppumann, sum yvirritaða, var fimti rætturin, ið var ein kraftmikil ramen-lík soppasuppa, hvørs einasta tilsiping til havsins fruktir var, at nakrar pilkaðar rækjur vóru í. Høvuðsfyllan í hesi suppuni vóru klænvaksnir soppar við biti í – helst av slagnum ’enoki’.

Høvuðsrætturin í hesi drúgvu máltíð var eitt fat av grillaðum kluvdum smáum hummarum. Einki fjas, tveittir á ein borðisk saman við nøkrum sitrónapettum. Men smakkurin var góður.

At enda tvær dessertir – fyrst ein ísur úr grapefrukt og at enda eina sjokolátakøka, sum var so tung, at hetta vær einasti rætturin, ið ikki varð etin á tamb hetta kvøldið.

Til rættirnar fingu vit eitt úrval av væl valdum hvítum vínum, tey flestu av sponskum uppruna.

Hini temakvøldini ”Heima í Havn” í heyst verða eitt heystkvøld í Áarstovu 26. oktober og so kvøldið við baccalao við bankatoski í Barbaru 9. november.

Les meira um tiltakið fríggjakvøldið og sí fleiri myndir á blogginum hjá Birgiri Kruse