Ongi úrslit

Havnin verður vertur fyri stórari ráðstevnu - vænta 600 - 1000 fólk

Áki Bertholdsen
9. mai 2025 kl. 16:11

Tað verður Føroyar, sum verða vertur fyri UArctic ráðstevnuna næsta ár. Tað er ein stór ráðstevna, har eini har 600 –1000 fólk úr fleiri londun, eru við.

Talan er um fólk frá  frá universitetum, felagsskapum og vinnulívi við áhuga fyri Arktis, og ráðstevnan verður 26.-29. mai næsta ár.

Tað er Fróðskaparsetr, sum skipar fyri í samstarvi við Føroya Landsstýri og Havstovuna, og talan er um eitt risalop fyri føroyska granskingar- og útbúgvingarsamfelagið, sigur Setrið í tíðindaskrivi.

– Hóast vit eru eitt lítið land, eru vit før fyri at skipa fyri einum tiltaki í hesi støddini, sigur Setrið.

Á ráðstevnuni leggja tey viðkomandi gransking og vísa á tað serstaka við avbyrgdum samfeløgum, sigur Anna Sofía Lava, samskipari í Granskingar- og framtakseindini á Setrinum, og sum stendur á odda fyri fyrireikingarbólkinum í Føroyum.

At vera vertur fyri hesari stóru kongressini er eitt vegamót fyri Føroyar. Landið verður sjónligari í akademiska umhvørvinum, og kanska verða vit eisini meira lokkandi, tá tað snýr seg um granskingarstuðul.

Havnin skal mennast sum universitetsbýur, og kommunan leggur eisini dent  á burðardygga menning og nýskapan og vil draga til sín altjóða ráðstevnur sigur Elsa Berg, borgarstjóri, í tíðindaskrivi.

- At hýsa UArctic-kongressini styrkir leiklutin hjá Havnini sum ein miðdepil fyri arktiska burðardygd og nýskapan, heldur hon.

– Haraftrat eru vit púra klár til at hýsa einum tiltaki í hesi støddini. Nýggja marghøllin Við Tjarnir hevur óførar umstøður, og býurin hevur dygdargóða matmentan, mentanartilboð og gott infrakervi.

– Og við okkara royndu fólkum eru vit væl fyrireikað at taka ímóti, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

Í gjár kl. 13:15

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46