HAVNIN TÚ OG EG

John F. Kennedy segði einaferð hesi vælkendu orð: "ask not what your country can do for you, ask what you can do for your country."

Birgir Nielsen
4. november 2020 kl. 11:55

Sum havnarmaður vil eg seta spurningin: Hvussu kann eg verða við til at skapa ein enn betri høvuðsstað?

Høvuðsstaðurin skal aftur í fokus og borgarliga kumpassin skal rættast.

Borgarin sum her býr skal fáa kensluna aftur, at hettar er mín og tín kommuna.

Kommunan er til fyri at tæna borgarunum og ikki øvugt. Vit sum her búgva og elska okkara deiliga høvuðsstað eru bulurin undir einum blómandi høvuðsstaði.

Tí stilli eg upp, so at tú og eg sum her búgva, aftur koma á slóðina, so vit í felag koma at skapa ein enn betri høvuðsstað fyri okkum øll.

Birgir Nielsen

Valevni fyri lista A til býráðsvalið 10. nov.