Havnarmenn og klaksvíkingar telva á ólavsøku

Beint aftaná kappróðurin á ólavsøku verður talvdystur millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag

Tíðindaskriv
26. juli 2021 kl. 07:45

Í nøkur ár var hetta føst siðvenja ólavsøkuaftan, seinni eisini á norðoyastevnu, men sum árini liðu, datt hesin siðurin niðurfyri. Nú verður roynt aftur.

Tíggju telvarar eru ætlandi á hvørjum liði. Talan er um kviktelving. Telvarar fáa fimtan minuttir í part umframt tíggju sekund fyri hvønn leik. Dysturin, sum er ásettur at byrja klokkan 18.30, verður tí liðugur innan ein tíma. 

Telvað verður í nýggju hølum Havnar Telvingarfelags ovast í Finsen, har sangstovan hevur verið. Áskoðarar hava ókeypis atgongd, og øll eru vælkomin inn á gólvið at forvitnast.

Toppdystur

Skal dystur yvir tíggju borð vera millum tvey talvfeløg í landinum, eiga Havnin og Klaksvík sterkastu liðini.  

Rætt er, at Sandavágs Talvfelag hevur vunnið nógv FM-heiti í 1. deild tey seinnu árini, men í landskappingini eru fýra telvarar á hvørjum liði. Vágamenn hava yvir tíggju borð ikki breiddina hjá feløgunum í Havn og í Klaksvík, sum bæði hava tvey lið hvør í 1. deild.

Eins og í fótbólti og øðrum ítrótti valdar ávís prestisja, tá havnarmenn og klaksvíkingar telva. Hetta eru eisini feløgini, sum hava vunnið flestar FM-sigrar í bestu deildini í liðkappingini.

Úrslit í 90-unum

Hesin dysturin er sum sum nevnt ein roynd at vekja upp aftur eina gamla siðvenju við ólavsøkutelving millum bæði størstu plássini í landinum. Fyrsti ólavsøkudysturin var í 1995. 

Hesi árini høvdu fleiri av bestu føroysku telvarunum, sum tá vóru lesandi uttanlands, skipað seg í eitt føroyskt útisetafelag í Keypmannahavn. Stutt eftir aldamótið telvaðu føroyingarnir seg upp í bestu deildina í donsku landskappingini. Flestu útisetatelvararnir tey árini - meginparturin havnarmenn og klaksvíkingar - vóru heima um sumrarnar, og hittust tí í hesum afturvendandi summardystum á ólavsøku saman við heimaføroyingunum. 

Telvað var nakrar ferðir seinnu 90-árini - í hvussu er til 1998. Alt var kanska ikki uppskrivað. Liðini mannaðu seg við tíggju telvarum, stundum níggju ella átta.

Úrslitini vóru hesi: 

Ólavsøka 1995-1998

1995 Havnin - Klaksvík 3 - 6

1996 Havnin - Klaksvík 5 - 3

1997 Havnin - Klaksvík 7½ - 2½

1998 Havnin - Klaksvík 6½ - 2½