Havnar Róðrarfelag hevur úrslitaliga verið í aldudali, men nú siga avrikini og úrslitini, at tað av álvara grør um gangandi fót. Fleiri bátar hava í dag vunnið gentukappingar og kvinnukappingar, og nú vann Víkingur hjá Havnar Róðrarfelag fyri triðju ferð á rað.
Víkingur stakk beinanvegin drekastevnið framum allar hinar, og síðani var spurningurin bara, hvussu sannførandi sigurin fór at verða. Tá ið Víkingur fór um málið, var tað mesta av tveimum bátslongdum aftur til næstu bátarnar.
Næstfremstur á mál var Skúgvur úr Sandavági, sum tryggjaði sær FM heitið. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at 6-mannafarið úr Sandavági er FM vinnari.
Tað er sjáldan og kanska ongantíð komið fyri áður, at 14 bátar hava verið við í kappingini millum 6-mannafør við monnum. Soleiðis var tað í dag.
Kappingin um bronsuplássið var øgiliga spennandi. Sjódrekin av Skála vann hana ´frammanfyri Hvalin av Eiði, sum endaði á triðja plássi í FM kappingini. Frá Hvalinum og aftur til Hósvíking var tað næstan eingin munur.