Havnarkórið á konsertferð í Suðuroy Dýra biðidag

Dýra biðidag hevur Havnarkórið tvær konsertir í Suðuroy. Hin fyrra í Vágs kirkju klokkan 15 og síðan verður farið til Hvalbiar, har konsert verður í kirkjuni klokkan 17

Tíðindaskriv
12. mai 2022 kl. 19:43

Havnarkórið hevur seinastu árini einamest framført størri kórverk saman við orkestri og solistum. Kórið framførdi farna heyst stóra oratoriið hjá Haydn Árstíðirnar.

Í vár hevur kórið lagt seg eftir at syngja føroyskan og norðurlendskan kórtónleik. Tað verður eisini tað, sum kórið fer at framføra á suðuroyarferðini.

Konsertskráin
Eitt av verkunum, sum Havnarkórið fer at framføra er Sólarmessa, sum Pauli Hansen skrivaði til Húsakórið í Keypmannahavn í 2003. Teksturin er samansettur av yrkingum hjá T. N. Djurhuus. Eisini hevur kórið eina frumframførslu á skrá. Hetta er sangur sum Anne Mette Greve Klemensen hevur gjørt lag og útseting til.

Gitni danski tónasmiðurin Vagn Holmboe hevur fylt nógv í konsertskránni hjá Havnarkórinum, og fer kórið á konsertini at syngja tveir av hansara satsum.

Í Havnarkórinum eru umleið 50 sangarar.