Næsta ár verða bæði kommunuskattur, og barnafrádrátturin í Tórshavnar Kommunu, tann sami sum í ár. Tað er í hvussu so er fyribils ætlanin hjá meirilutanum í býráðnum. Á býráðsfundi í kvøld hevur borgarstjórin, Heðin Mortensen, lagt fyrsta uppskot til fíggjarætlan fyri næsta ár, fyri býráðið.
Har sæst, at næsta ár verður skattaprosentið í Tórshavnar kommunu og barnafrádrátturin tann sami sum í ár. Tað merkir, at skattaprosentið verður framhaldandi 19 prosent og barnafrádrátturin verður framhaldandi 9.000 krónur fyri hvør barni.
– Fólkatalið í Tórshavnar kommunu er vaksið 11 prosent frá 2017 til 2023. Til samanberingar vaks fólkatalið í Føroyum níggju prosent í sama tíðarskeiði.
– Hetta merkir sjálvandi, at kommunan fær fleiri inntøkur, men tað merkir eisini, at kommunan fær fleiri skyldur og útreiðslur til vælferðartænastur, sigur borgarstjórin.
Annars eru 241 milliónir krónur settar av til íløgur næsta ár.
– Dagstovnurin á Hamrinum verður liðugur komandi ár. Langhylurin verður liðugur nú í oktobur, og hádeildin í Sankta Frans Skúla er tikin í nýtslu.
– Fimleika- og borgarahúsið í Kaldbak er skjótt klárt at taka í nýtslu. Stórhøllin Við Tjarnir verður tikin í nýtslu fyrst í komandi ári, og eisini líður væl við nýggja innkomuvegnum.
– Harumframt ger kommunan útstykkingar til bæði bústaðar og vinnuendamál.
– Útstykkingar til bústaðir verða gjørdar omanfyri Argjahamar, og eisini verða grundstykki við Stórutjørn. Vinnuútstykkingar gjørdar á Ovara Hjalla.