Svimjararnir hjá Havnar Svimjifelagi megnaðu at fáa heili 6 gullheiðursmerki, 6 silvur- og 2 bronsu- heiðursmerki. Men í svimjing snýr alt seg ikki um heiðursmerki, tað er nógv annað at arbeiða við hjá svimjarunum, til dømis at svimja seg til nálatíðir, sum eru varðar á vegnum í svimjiheiminum, betra seg í ávísum greinum og ikki minst at kappast við seg sjálvar fyri at betra sínar egnar tíðir.
Tað vóru okkara bestu svimjarar Bartal E. Eidesgaard (2003) og Eyðrið Mortensen (2003), sum fóru við flestu heiðursmerkjum. Bartal svam seg til 4 gull- 2 silvurheiðursmerki, og Eyðrið fekk 3 gull- og 1 silvursheiðursmerki. Villiam Marius Samuelsen (2005), Bartal E. Eidesgaard (2003), Ari Rasmussen Weihe (2005) og Oddvaldur Leivsson (2008) vunnu bronsumerki í 4x50 blandað. Harafturat bleiv Bartal kosin besti svimjari í allari kappingini og fekk eitt gávurkort á kr. 1.000. Tað vóru eisini aðrir svimjarar, sum gjørdu seg galdandi, tá ið tað kom til heiðursmerki, tey vóru Ronja Ró í Dímun (2004), sum fekk 1 silvurheiðursmerki, Villiam Marius Samuelsen (2005) 1 bronsuheiðursmeriki og Dortea Dam (2007) 2 silvurheiðursmerki.
Tað ber til at síggja øll úrslitini frá Bockstensdoppet her
Ferðalagið fór úr Varberg til Keypmannahavnar í gjárakvøldið og koma til Føroyar í kvøld, tá ein væl uppiborin summarferia byrjar.