Havnar Hornorkestur luttekur í tónleikakapping í Onglandi

Fleiri enn 100 orkestur luttaka í kappingini, har av fleiri av teimum eru heimskend

Tíðindaskriv - Havnar Hornorkestur
22. mai 2024 kl. 17:00

Havnar Hornorkestur luttekur í Whit Friday kappingini 24 mai 2024! 

With Friday er ein tónleika kapping í norðuronglandi, sum hevur nógv ár á baki. Fleiri býir í norður onglandi í Saddleworth kommununi eru vertir fyri kappingini, sum gongur fyri seg í hesum ymsu býum. Fleiri enn 100 orkestur luttaka í kappingini, har av fleiri av teimum eru heimskend og í ár luttekur Havnar Hornorkestur fyri fyrstu ferð! Um tú kennir filmin Brassed Off so er hendan kappingin væl lýst og vísir fleiri av støðunum, vit koma at spæla. 

Umframt kapping luttekur Havnar hornorkestur eisini í tí tey kalla fyri the Whit walk. 

Hetta er ein siðvenja ið tey hava hátíðarhildið í yvir 200 ár í Norðuronglandi, serliga í Saddleworth umráðnum. 

Morgunin byrjar við einar skrúgongu við fleiri hornorkestrum ið fylgja tí lokalu kirkjuni til eina felags gudstænastu. Havnar Hornorkestur kemur at luttaka í bygdini Diggle, sum stuðul hjá hornorkestrinum á staðnum. Tað er burturúr hesum at kappingin Whit friday er upprunnin.  

Eisini spælir Havnar Hornorkestur tvær konsertir í døgunum eftir kappingina.

Leygarkvøldi spælir Havnar Hornorkestur í Brass Fest 14 saman við Copenhagen Brass Band og sunnukvøldi fara vit til bygdina Delph og hava konsert saman við lokala hornorkestrinum Delph Brass band. Á skránni hjá Havnar Honrorkestri er fleiri føroysk verk umframt fleiri kendir marsjir, eitt nú Havnamarsjurin ið verður at hoyra fleiri ferð á ensku bygdagøtunum. 

Í ferðaliðnum hjá Havnar Hornorkestur eru 22 blásarar, ein dirigentur og 9 fjepparar. 

Við tónleikakvøðu Havnar Hornorkestur.