Aftur í ár skipar Havnar Badmintonfelag fyri, at leikarar luttaka í Reykjavík International Games.
Spælt verður í U13, U15, U17 og U19.
Byrjað verður tíðliga leygarmorgunin, og hildið verður fram til síðsti dystur er leiktur seint sunnudagin. Nógvir dystir eru á skránni. Ungu badmintonleikararnir skulu spæla í greinunum - einmans, tvímans og blandaðum tvímansleiki.
Vónirnar til kappingina eru góðar. Leikararnir hava áður kláraðu seg sera væl í hesi kapping og tí er spenningurin stórur í ár.
Í ár hevur TBR, sum er størsta badmintonfelag í Íslandi, bjóða HBF av til lið vinardyst friggjakvøldið í U13, U15, U17 og U19.
Ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin 6. februar.