Sum vit skrivaðu í áðni, fara arbeiðarafeløgini í verkfall á midnátt mánakvøldið.
Tað eru tey fýra arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðarafelag, sum hava samráðst saman, og tað eru hesa fýra feløgini, sum nú fara í verkfall. Tey vrakaðu semingsuppskotið, semingsmaðurin legði fyri tey eftir midnátt í gjárkvøldið og sostatt er verkfall frá á midnátt mánakvøldið
Hinvegin hevur tað fimta arbeiðarafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag samráðst fyri seg, og tey fara IKKI í verkfall, tí semingsroyndin, sum er slitnað, umfatar ikki tey.
Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, hevði ikki stundir at tosa. Men Terje Sigurðsson, semingsmaður sigur, at semingsroyndin við Havnar Arbeiðskvinnufelag, er ikki slitnað.
Semingsroyndin við Havnar Arbeiðskvinnufelag er parkerað til endaliga úrslitið av ósemjuni ímillum hini arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar, er loyst, og nýggjur sáttmálið er gjørdur, sigur hann.