Havi eg sæð teg fyrr?

Ein minni ensk kanning vísir, at vit hava lættari við at minnast nøvn enn andlit

Turið Justinussen
21. november 2018 kl. 17:08

Ein minni ensk kanning vísir, at vit duga betri at minnast nøvn enn andlit, hóast vit hava lyndi til at halda øvut

Tey mongu jólaborðhaldini eru í eygsjón, og tá tú gongur runt og tekur í hondina á øllum starvsfeløgunum, ert tú í vanda fyri at enda í eini væl kendari, men sera snópisligari støðu: Tú kennir andlitið á viðkomandi aftur frá skrivstovuni, men navnið er fullkomiliga horvið. 

At gloyma navnið á einum persóni, ið stendur fyri nøsini á okkum, hava helst øll upplivað. Tað er eitt vanligt minnisbrek, hóast vit kenna andlitið á viðkomandi aftur. Tí halda flest okkara ivaleyst, at vit duga betur at minnast andlit enn nøvn. Men sambært eini enskari roynd, er tað beint øvut. Úrslitið var nevniliga, at ein hevur lættari við at kenna navnið aftur á einum starvsfelaga heldur enn andlitið.

Orsøkin til, at vit halda okkum minnast betri nøvn er sambært granskarunum, at tá vit gerast varug við, at vit hava gloymt navnið á einum persóni, hava vit longu kent andlitið á viðkomandi aftur. Mótsatt hugsa vit ikki um, hvussu nógv andlit, vit í veruleikanum áttu at kent, tá vit ganga á gøtuni. 

Talan er um eina roynd, granskarir á York Universiteti í Onglandi hava gjørt. Royndin varð kunngjørd tann 14. novembur í ár í vísindaliga tíðarritinum Quarterly Journal of Experimental Psychology.

Lættari at kenna aftur enn at minnast
Randi Starrfelt, professari á stovninum fyri sálarfrøði á Københavns Universitet, sigur í samrøðu við dr.dk, at hon heldur, at tað er lættari at kenna aftur enn at minnast:

- Vit hava lætt við at kenna andlit. Tá fólk standa framman fyri okkum, hava vit jú andlit teirra beint framman fyri okkum, og tað tykist kent. Men nøvn skulu vit pilka fram úr minninum. Og tá kunnu vera nógv ting, ið eru torfør at minnast, tá man skal hugsa seg fram til hvat tað var, sigur hon. 

Vit minnast betri nøvn
Serligar treytir eru tí galdandi, skal eginleiki okkara at kenna andlit aftur og eginleikin at minnast nøvn beinleiðis kunna samanberast, tí tað er ikki heilt tað sama.

Teir tess at samanbera hesar báðar eginleikar, gjørdu granskarnir á York Universiteti eina roynd, har eginleikin at minnast nøvn og eginleikin at kenna andlit aftur báðir vóru tengdir at eginleikanum at kenna aftur. 

Í royndini fingu 24 royndarfólk, nítjan kvinnur og fimm menn, eina ávísa nøgd av tíð til at læra ókend andlit og niðurskrivaði nøvn at kenna. Síðani varð kannað, hvørji nøvn og hvørji andlit, royndarfólkini hildu seg hava sæð fyrr. 

Royndin varð endurtikin, men hesuferð vórðu nýggjar myndir vístar av somu andlitum og somu nøvn vórðu víst í einum øðrum skriftslagi.

Í miðal kendu luttakararnir 73 prosent av andlitunum, tá tey sóu tað fyrru myndina aftur og 64 prosent, tá tey sóu tað seinnu myndina aftur.

Luttakararnir kendu heili 85 prosent av nøvnunum aftur, tá tey sóu nøvnini við fyrra skriftslagnum og 83 prosent, tá nøvnini vóru skrivaði við seinna skriftslagnum.

- Royndin vísir, at nógv fólk ivaleyst hava torført við at minnast nøvn, men sannlíkindini eru, at tey hava uppaftur truplari við at minnast andlit, sigur Dr. Rob Jenkins frá Department of Psychology á York Universitet í eini tíðindafráboðan.