Havgrím Seaside Hotel 1948: Sum at stíga inn í fortíðina

- Vit vildu fegin hava eitt gistingarhús, sum lá tætt við sjógvin, og tað hava vit fingið. Samstundis hava vit fingið eitt hús við einari heilt serligari søgu, sum vit hava gjørt alt fyri at varðveita, sigur Jóhan í Niðristovu, nevndarformaður í felagnum, sum eigur hotellið niðanfyri vegin Yviri við Strond

Sveinur Tróndarson
11. juni 2020 kl. 07:52

Kenslan er heilt serlig, beinanvegin, tá tú trínur inn í gongina á Havgrím Seaside Hotel 1948, sum er tað almenna navnið á hotellinum.

Tað, sum tú sært, tá tú kemur inn í gongina, sigur tær, at hetta er gamalt, men avgjørt ikki uppá tann keðiliga mátan.

Alt, sum skal vera nýtt, er nýtt, men móttøkan er, sum vera man, í gongini og har hava tey varðveitt minnini um upprunaligu húsini. Hurðarnar, sum tú sært, eru har fyri at tú skalt leiðast aftur til gomlu søguna við húsunum.

Tað sama er við trappuni uppá. Tað er tann gamla trappan, sum er stoypt. Og tað arbeiðið er so væl greitt úr hondum, við rundum kantum, og har er ikki ein riva ella ein skøva at síggja.

Og so er tað veggurin uppi á loftinum. Har øll skjaldramerkini hanga, sum stava frá tí tíðini, tá húsið hoyrdu til donsku sjóverjuna. Og sjálvandi plátan, sum vísir nøvnini á øllum teimum, sum hava búð í húsunum.

- Hetta hava vit lagt øgiliga stóran dent á at varðveita, tí hetta er ein so øgiliga týdningarmikil partur av søguni um húsið, sigur Jóhan í Niðristovu.

Hurðarnar eru nú borð
Rundvísingin á hesum lítla, men sera nossliga gistingarhúsinum byrjar í stovuni.

Hon vendir omaneftir, og útsýnið yvir garðin, fjørðuna og fjørðin er bergtakandi. Tað er einki at siga til, um útlendskir gestir missa fótafestið eitt sindur, sum Jóhan í Niðristovu eisini sigur at teir gera.

- Her er øgiliga vakurt, og gestirnir hava tað ofta á orðið, hvussu vakurt tað er, sigur Jóhan í Niðristovu.

Tá gestirnir eta morgunmat, sita tey í gomlu stovuni, sum hevur múrsteinsgólv og eina múrsteinssúlu mitt í rúminum.

Tá hotellið varð umvælt í samband við eigaraskifti, máttu hurðarnar skiftast, men heldur enn at tveita gomlu hurðarnar burtur, gjørdu tey av at brúka tær aftur, sum borð, aftur fyri at varðveita søguna í húsunum.

- Vit eru sera væl nøgd við borðini, sum bæði eru snøgg og hava eina góða søgu, sigur nevndarformaðurin, tá vit eru á veg uppá at hyggja.

Heilt serlig søga
Havgrím Seaside Hotel 1948 – ella bara Hotel Havgrím – er eitt rættiliga sermerkt gistingarhús. Ikki bara eftir føroyskum málistokki, men eisini eftir útlendskum.

Talan er um eitt lutfalsliga lítið gistingarhús, men tað er serstakliga nossligt innrættað og væl er farið um.

Hugsað er um so at siga allar smálutir, og eigararnir hava lagt stóran dent á at halda fast við søguna, sum stavar heilt afturi frá tí, at húsini vórðu bygd.

Og søgan um hesi húsini er heilt serlig.

- Tað er eitt sindur ófatiligt, at tað í 1948, bara trý ár eftir, at kríggið endaði, hevur borið til hjá einum privatmanni at byggja hesi húsini. Tey hava verið risastór eftir tátíðar mátistokki, sigur Jóhan í Niðristovu, meðan vit ganga runt á gistingarhúsinum.

Tað er einki at taka seg aftur í, at hann hevur rætt. Tað er ófatiligt at hugsa sær, at ein “vanlig” familja í Havn kundi byggja eina slíka borg tá í tíðini.

Tíverri fyri Havgrím Johannesen og familju hansara, sluppu tey bara at búgva í húsunum í trý ár, áðrenn tey mistu húsini. Tá Sjóvinnubankin fór av knóranum fyrst í 50-unum, tóku tey Havgrím við í fallinum, og seinni keypti danska sjóverjan húsini, sum síðan blivu brúkt til kommandørbústað.

Íalt hava 21 ymiskir kommandørar búð í húsunum, og øll nøvnini kunnu lesast á talvuni í móttøkuni.

Í 2013 flutti seinasti kommandørurin úr húsunum, og eftir tað yvirtók landsstýrið húsini. Men tey blivu ikki brúkt og í 2016 gjørdu føroysku myndugleikarnir av at selja tey.

Sera innbjóðandi hotel
Tað er ein rættiliga sjáldsom uppliving at ganga runt á hotellinum.

Ivaleyst hava tey allarflestu, sum hava sæð húsini uttanífrá, havt hug til at sleppa at síggja húsini innan eisini, júst tí tey hava verið so sermerkt.

Og vóru tey sermerkt sum privathús – ella sum kommandørbústaður – ja, so eru húsini eisini sermerkt sum gistingarhús. Tí øll rúmini hava eina søgu.

Gamaní hava tey gjørt nakrar praktiskar broytingar til tað betra, millum annað er svitan vaksin, og tað hevur gjørt hana betri, og sjálvt um tað í mangar mátar kann tykjast óneyðugt við eini lyftu á einum so lítlum hotellið, so er hon akkurát tað, sum ger, at Hotel Havgrím ger tað møguligt hjá øllum at koma inn og runt á hotellinum.

Lyftan er uttaná bygningum, men hon riggar væl til og er ómetaliga friðarlig.

Og so er tað garasjan, sum eisini er gjørd um til eitt kamar, líka sum harraverilsi er tað. Sjálvandi, tí hotellið skal hava pengar inn fyri at mala runt.

- Rúmini hava øll sína søgu, og tað er nakað serligt við hesum bygninginum. Inni á hvørjum kamari er eitt útsnitt av einum korti, sum stavar frá tí tíðini, tá sjóverjan átti húsini. Hetta var nakað, sum tey løgdu eftir, tá tey fóru úr húsunum, og vit hava gjørt av at brúka kortini fyri at knýta í ta tíðina, sigur Jóhan í Niðristovu.

Vóna at síggja føroyingar
Havgrím hevur verið stongt í koronatíðarskeiðinum, tí eisini tey mistu bókingarnar, sum stóðu á listanum, tá farsóttin byrjaði.

Tað merkist sjálvandi, at eingir gestir er, tí tað er púra friðarligt á hotellinum. Men nú verður latið uppaftur, og eigararnir vóna, at fólk fara at leita sær yvir við Strond tá tey hava brúk fyri gisting í Havn.

- Vit lata nú uppaftur, og so vóna vit, at marknaðurin letur uppaftur eisini, so vit fáa glið á aftur, men vit vóna eisini, at føroyingar hava hug at koma higar at gista, sigur Jóhan í Niðristovu.

Og so var tað hatta við navninunum. Hví eitur tað Havgrím?

Ein av orsøkunum er sjálvandi, at tey eru uppkallað eftir manninum, sum bygdi húsini í 1948, ein onnur, sum hevur meira við nýggju eigararnar at gera, er, at húsið stendur á markinum millum býin, traðirnar og tað bygdasliga í Havn og havið.

- Hotellið liggur ómetaliga væl fyri, mitt inni í býnum og tó allíkavæl uttanfyri. Og so liggja vit beint omanfyri fjøruna og síggja alla ta stórslignu náttúruna. Henni kunnu øll fáa gleði av, bæði føroyingar og útlendingar, sigur Jóhan í Niðristovu.