Ongi úrslit

Hávard luttók í rennikapping í Italia

Í farnu viku var Hávard Vatnhamar í Italia har hann luttók í einari WPA (World Para Athletics) world series-kapping á 5.000 metra teininum. Orsøkin til tilmeldingina til hesa kapping var, at hann skal verða flokkaður (klassifiseraður) í samband við síni roynd at kvalifisera seg til Paralympisku leikirnar í Tokyo í summar

Sigurjón Einarsson
21. apríl 2021 kl. 12:04

Tað hevur verið trupult hjá Hávardi Vatnhamar at vinna sær luttøku til Paralympisku leikirnar í Tokyo í summar, tí fáar kappingar hava verið í hesum koronatíðum. Men við at skifta ítróttargrein – frá triatlon til maraton – vónar hann at vinna sær luttøku til leikirnar umboðandi Føroyar.

Orsøkin til, at Hávard var tilmeldaður hesa kappingina, var, at hann skal verða flokkaður (klassifiseraður) í samband við roynd sína at kvalifisera seg til Paralympisku leikirnar í Tokyo.

Hóast Hávard satsar uppá maraton teinin og rann 5.000 metrar í Italia, má sigast at tað gekk væl í hansara fyrstu kapping undir føroyskum flaggi í para frælsum ítrótti.

Málið var at renna undir 18 minuttir, og kom hann inn sum nummar fimm í samanlagda bólkinum við tíðini 17:53.81. Hávard var nummar eitt í sínum flokki.

Næsta uppgávan er at renna Copenhagen Marathon, ið verður 16. mai, har málið er at renna teinin undir tríggjar tímar. Fyri at kvalifisera seg til Paralympisku leikirnar, so er kravið hjá Hávardi at renna eitt maraton undir kravtíðina innan 1. juni.

Fakta:

Flokking (klassifisering) er ein av hornasteinunum í paraítrótti.

Endamálið er at tryggja eina rættvísa kapping.

At flokka merkir, at ítróttarfólk verða flokkað í flokkar - alt eftir breki og virkisstøði í tí serstaka ítróttinum.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31

Ræðuleiki í stýrhúsinum: Flogskipari stungin, meðan flogfarið fall 5.200 metrar

Í gjár kl. 19:27