Hávard fer at luttaka Í NM um vikuskiftið

Fyri fyrstu ferð síðan 1994, verður nú aftur norðurlendsk meistarakapping í para frælsum ítrótti, og Hávard Vatnhamar verður við

Sigurjón Einarsson
19. august 2022 kl. 15:16

Um vikuskiftið verður NM í para frælsum ítrótti, og Føroyar hava eisini eitt umboð við, Hávard Vatnhamar.

Kappingin verður í leygardagin 20. og sunnudagin 21. august í Bollnäs í Svøríki, og eru umleið 60 ítróttarfólk úr øllum norðurlondum tilmeldað.

Hávard luttekur í tveimum kappingum. Teinarnir eru 1.500 og 5.000 metrar í flokkinum, T46.

Um vónirnar til kappingina, so sigur Hávard Vatnhamar við heimasíðuna hjá Parasport Føroyar, at:

– Tað eru nakrir sera sterkir rennarar við í kappingini, og eg fari fyrst og fremst at fokusera upp á at royna at betra mínar persónligu bestu tíðir.

– Eg venji til maraton í Amsterdam, sum verður 16. oktober, og hóast hetta eru styttri teinar enn eg eri vanur við, so er hetta ein fínur møguleiki at halda kappingarformin viðlíka, sigur hann við heimasíðuna.

Kappingin í 1.500 metrar verður leygardagin klokkan 15, meðan kappingin í 5.000 metrum verður sunnumorgunin klokkan 11.15.

Til ber at lesa meira um NM-kappingina her.

Kelda: Parasport Føroyar