Í Vági hava tey gjørt nógv burtur úr í vetur at fyrireika seg til at taka ímóti ferðafólki í summar.
Og í summar hava tey trý nýggj tilboð til ferðafólk, sum tey eru serliga spent upp á.
Tað er rættiliga váttligt í Føroyum og nógv vita, hvussu ringt kann vera ringt at seta seg niður nakrastaðni tí tað er so vátt allastaðni.
Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari í Vági, sigur, at í ullaroytingini í fjør fingu tey fatur á nakað av ull, og tey hava eisini hentað lesull.
Ullin varð skild, vaskað og tøvd, og klipt í passaliga fýrakantar. Men tað nýggja er, at síðani varð hon løgd undir lasaraskeraran á Fab-Lab í skúlanum í Vági, og har er hon skorin í mynstur og er gjørd til sitimáttur.
Endamálið er, at ferðafólk, sum koma til Vágs, kunnu lána sær eina máttu av kunningarstovuni í Vági at hava við sær út í náttúruna sigur Magnus Pauli West.
Hann sigur, at so kunnu fólk hava máttuna at sita á tá ið tey seta seg at rinda møðina, at njóta útsýnið, ella fáa sær matpakkan.
– Máttan er bleyt at sita á og so syrgir hon eisini fyri, at fólk ikki vera vát, sigur hann.
hann sigur, at hetta er eitt tiltak, sum ikki er roynt í Føroyum áður - og samstundis fáa tey gagnnýtt eitt føroyskt tilfeingi, sum í mestan mun bara verður brent, ella liggur og sløðist í haganum til stóran ampa fyri fuglin, serliga tjøldrini.
Tað einasta, ferðafólkið skulu gera aftur fyri at lána máttuna, er at skriva eina stutta frágreiðing um túrin tey hava verið á í eina dagbók, sum liggur á kunningarstovuni í Vági
Her er ein sitimátta løgd á helluna vesturi á Eiðinum í Vági. Har kunnu fólk so sita og njóta ta stórbæru náttúruna, uttan at verða vát um afturpartin
Ljóðtúrar á enskum og nýggj gongugøta
Eitt annað nýtt tilboð til ferðafólk í Vági er, at tey hava gjørt nakrar serligar ljóðtúrar. Í hesum sambandi eru blá skelti sett upp á Vágseiði, á Eggjunum, og á øðrum serligum støðum.
Við at skanna kotuna á skeltunum inn á snildtelefonina, og seta oyramikrofinirnar í, kunnu fólk so hoyra vágbingar greiða frá søguni um tey ymsu plássini, og tað er alt á enskum.
Vágbingar eru eisini við í tiltakinum, »closed for Maintenance«, hjá Visit Faroe Islands. Í fjør varð nýggj rás løgd av Eggjunum niðan á Rávuna og í ár verður rás løgd niðan á Moyggjartúgvu á Gjógvarafjalli.
Á báðum støðum er frálíkt útsýni, og báðir túrararnir eru lutfalsliga lættir at ganga, sigur Magnus Pauli West.