Í ár fyllir eldrabýlið, Korndagsbýlið, á Eiði, 25 ár og í tí sambandi verður tiltak á Eiði við tónleiki og sangi og ymsum fyri børn, umframt at málningar verða seldir á uppboði.
Tey, sum fara at syngja og spæla, eru Tær 4, Magni Christiansen, Jens Marni og onnur. Í kirkjuni verður felagssangur og tað tiltakið er ókeypis.
Kornsdalsbýlið hevur verið eitt stórt frambrot fyri eldraøkið á Eiði og nú 25 ár eru farin, tænir tað enn sínum endamáli, siga tey á Korndagsbýlinum í tíðindaskrivi í sambandi við tiltakið.
– Búfólk, avvarandi og starvsfólk trívast væl her. Fólk detta inná gólvið til eina stutta vitja, ein drekkamunn og eitt prát. Sostatt er Korndalsbýlið eisini ein savnandi miðdepil í bygdini.
Korndalsbýlið liggur mitt í bygdini. Barnagarðurin, fótbóltsvøllurin og ítróttarøkið eru beint við. Tí ber eisini væl til at skipa fyri tiltøkum í økinum.
Tað eru Varna av Rana og Joan Hammer, starvsfólk á Korndalsbýlinum, sum skipa fyri tiltakinum, og tær siga soleiðis, um hví tær skipa fyri Foratónum, sum tey kalla tiltakið.
– Vit vilja gera ein tónleikafestival, tí vit hava sæð við øðrum tiltøkum, ið vit hava havt, at tað gevur hugna, samanhald og trivna. Ein hittir fólki, sum man ikki hevur sæð í langa tíð. Hetta gagnar bæði búfólkum, avvarandi, starvsfólkum og bygdafólkunum.
Sum samskipari er tað fantastiskt, at síggja gleðina hjá búfólkunum og avvarandi undir tiltøkunum, har tey kunnu vera saman og uppliva nakað saman. Vit síggja eisini, at búfólk og avvarðandi gleðast um hesar løturnar, sum tey kalla stjørnuløtur