Ongi úrslit

Hava tjent yvir 900 milliónir meiri

Áki Bertholdsen
16. oktober 2025 kl. 13:50

Hetta seinasta árið hava føroyingar tjent yvir 900 milliónir meiri enn í árinum frammanundan.

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

Uppgerðin vísir, at teir 12 mánaðirnar frá oktobur í fjør til í septembur í ár, tjentu føroyingar góðar 13,5 milliardir og tað eru 912 milliónir, ella 7,3 prosent meiri enn undanfarna 12 mánaða tíðarskeið frá oktobur í 2023 til í septembur í 2024.

Hagstovan sigur, at annars hevur gongdin hesi seinastu árini verið, at alsamt meiri verður goldið í lønum.

Størsti vøkturin er hjá fiskimonnum, sum fiska tosk, hýsu og annan botnfisk, tí teir hava tjent 479 milliónir, og tað eru 164 milliónir meiri, ella 52 prosent meiri enn undanfarnu 12 mánaðirnar frá oktobur í 2023 til septembur í fjør.

Lønirnar hjá teimum, sum arbeiða í almennum tænastum, er eisini vaksin nógv.

Hjá teimum, sum arbeiða í bólkinum, sum eitur Heilsu- og Almannaverk hava lønirnar verið stívliga 1,9 milliardir, ella 7,2 prosent hægri enn undanfarna ár.

Og hjá teimum, sum arbeiða í bólkinum sum eitur lógarkravdar almannaveitingar, vóru lønirnar góðar 1,8 milliardir hetta seinasta árið, og tað eru 6,7 prosent meiri enn undanfarnu 12 mánaðirnar.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

Í gjár kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

20 tímar síðan