Hava tjent 12,6 milliardir hetta seinasta árið

Hetta seinasta árið er talan um ein vøkstur upp á seks prosent

Áki Bertholdsen
13. november 2024 kl. 10:21

Hetta seinasta árið, frá novembur í fjør til oktobur í ár, hava føroyingar fingið tilsamans 12,6 milliardir í lønum. Tað eru 711 milliónir, ella seks prosent meiri enn vit fingu í løn frá novembur í 2022 til oktobur í fjør.

Hagstovan sigur, at hjá kvinnunum hevur vøksturin verið rættiliga javnur hesi seinastu árini, men hjá monnum vóru lønirnar í størri mun ávirkaðar av koronufarstóttini. 

Í longri tíðarskeið hava menninir forvunnið umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av øllum lønunum.

Vøksturin í lønargjaldingunum seinasta tólv mánaða tíðarskeiðið var tó størri hjá kvinnum enn hjá monnum. Av vøkstrinum upp á 711 milliónum krónum, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent, ella 440 milliónir. 

Av hesum áttu kvinnur, ið arbeiða hjá tí almenna, 374 milliónir krónur. 

Lønin hjá kvinnum var knapt tíggju prosent hægri enn undanfarna tíðarskeið, men lønin hjá monnum var næstan fýra prosent hægri. 

Annars eru miðallønirnar hjá kvinnum ein triðing lægri enn tær eru hjá monnum.

Í oktober var miðallønin sum heild, 35.673 krónur um mánaðin.Hetta er níggju prosent meiri enn í oktobur í fjør. 

Í oktober fingu kvinnur 28.800 krónur í miðal, sum er 31 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 41.900 krónur. 

Samanborið við oktobur í fjør, er miðallønin vaksin yvir átta prosent hjá monnum og yvir tíggju prosent hjá kvinnum.