Hetta seinasta árið, frá í juni í fjør til í juni í ár, eru 12,4 milliardir goldnar í lønum í Føroyum. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Tað er ein vøkstur upp slakar 700 milliónir, ella 5,8 prosent, samanborið við tíðarskeiðið frá juni í 2022 til juni í fjør.
Ein ein partur av vøkstrinum stavar frá, at nógv fakfeløg hava fingið nýggjar sáttmálar, har lønirnar eru hækkaðar.
Ein orsøk til vøksturin er eisini, at nú eru lønirnar, sum eru goldnar í føroysku altjóða skipaskrásetingini, FAS. Aðrar broytingar, sum eisini ávirka tølini eru, at ávísar gjaldingar, sum ikki hava verið mettar at vera løn, eru nú rætt skrásettar sum løn. Flestu av hesum vóru skrásettar sum almennar veitingar frammanundan.
Gongdin vísir, at stígur kom í lønargjaldingarnar, tá ið korona fór at ganga í 2020, men í seinna hálvári í 2021 vendi gongdin aftur síðani hevur talan verið um ein rættiliga javnan vøkstur.
Hagstovan sigur, at vøksturin hjá kvinnum hevur verið meira javnur hesi seinastu árini, tí í størri mun vóru tað lønirnar hjá monnunu, sum vórðu ávirkaðar tá ið korona gekk.
Hetta seinasta árið eru lønirnar hjá monnunum hækkaðar 4,6 prosent, men hjá kvinnunum eru tær hækkaðar 7,7 prosent.
Men kortini er ein ávísur stættarmunur, tí tað eru menninir, sum tjena umleið 60 prosent av øllum lønunum og kvinnurnar tjena 40 prosent av lønunum.
Men her skal eisini havast í huga, at runt roknað eru 2.200 kvinnur færri í Føroyum enn tað eru menn og tað merkir, at 52 prosent av føroyingum eru menn og 48 prosent eru kvinnur - og tað hevur eisini sína ávirkan.