Ársins summarfestivalur er farin aftur um, men hetta vikuskiftið hevur tað merkt arbeiðið hjá løgregluni.
Men løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt tá ið hugsað verður um, at nøkur túsund fólk hava verið samlað í veitslulag.
Løgreglan hevur havt nógv at gera, men fyri tað allarmesta hevur tað verið at sløkkja eldar, áðrenn tað festi rættiliga í, sum løgreglan orðar seg.
Tað merkir, at tey hava lagt upp í, har fólk eru komin til ilnar, og hava skilt partarnar, áðrenn tað endaði við slagsmáli.
Men ein maður varð handtikin fyri at hava hunddálkað ein politist og hann varð settur í varðhaldi. Tað er ikki loyvt at háða og spotta, ella eyknevna tænastumenn ímeðan teir eru til arbeiðis, so tað fær hesin bót fyri.
Eini tvær ferðir hava fólk verið so ólátað, at tey hava fingið bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.
Men eitt, sum kortini hevur loypur í eyguni, er, at hetta vikuskiftið hevur løgreglan tikið ikki færri enn níggju bilførarar fyri at koyra ávirkaðir.
Teir flestu vórðu tiknir í Klaksvík, ella har um vegir. Sjey av bilførarunum vóru ávirkaðir av rúsdrekka og tveir vóru ávirkaðir av rúsevnum.
Harumframt vórðu trý fólk tikin við rúsevnum uppi á sær.