Sum heild hevur hetta verið eitt friðarligt vikuskiftið hjá løgregluni. Men hetta vikuskiftið hevur løgreglan eisini gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna og tíverri var tað ikki til fánýtis.
Hetta vikuskiftið eru nevniliga fimm bilførarar tiknir, sum vóru ávirkaðir, og sostatt ikki førir fyri at koyra bil.
Tann seinasti varð tikin í miðstaðarøkinum seinnapartin í gjár. Tá ið alkohol-mátarin hjá løgregluni sló út.
Eisini seinnapartin leygardagin steðgaði løgreglan einum bili í Eysturoy og eisini hjá tí bilføraranum slóð alkohol-mátarin hjá løgregluni út.
Sostatt eru teir báðir skuldsettur fyri at koyra við kenning og blóðroynd varð tikin av teimum. Úrslitið av teimum verður so avgerandi fyri, hvat meiri hendur í málinum.
Men harafturat eru tríggir bilførarar eisini tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum, ein í Havn og tveir í Eysturoy.
Allir hesir vórðu tiknir í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni.
Men annars hevur løgreglan eisini kannað nógvar bilar, bæði í nátt og síðstu nátt, men allir hinir bilførararnir vóru edrúir.
Løgreglan hevur eisini gjørt nógv burtur úr at kanna skeinkistøð fyri at vita um alt var eftir forksriftunum, og um ung, undir 18 ár, vóru inni. Men har var alt eftir forskriftunum.