Fyrsta juli tók Landsstýrið eitt lán upp á 900 milliónir krónur. Landsbankin sigur, at talan er um eitt 15 ára lán og rentan er 3,624 prosent.
Eitt ár áðrenn eitt lán fellur til gjaldingar, kann Landsstýrið taka eitt nýtt lán til rinda tað við. Tí hevur landsstýrið longu nú tikið hesar 900 milliónirnar í lánið og tær skjulu brúkast til at rinda eitt lán upp á 1,645 milliard, sum fellur til gjaldingar 2. juni næsta á
Í mai næsta ár verður væntandi eitt lán tikið afturat til restina, sum eru 745 milliónir. Men tá skal lán eisini takast til at fíggja hallinia fíggjarlógini í fjør og í ár. Kanska skal lán eisini takast til gjaldførið, so at landskassin heldur kravið í lógini um at hava 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í gjaldføri.
Umframt hetta lán upp á 900 milliónir, tók landsstýrið eisini í mai eitt lán upp á 1,1 milliard. Her er talan um eitt 5-ára standandi lán við einirentu upp á 3,258 prosent. Lánið varð brúkt til at rinda eitt lán aftur sum fall til gjaldingar 3. juni.