Hava stórar trupulleikar av bilførarum sum bara tveita bilin frá sær

Hvønn einasta dag brúkar løgreglan orku upp á at leita eftir bileigarum

Hendan myndin úr savninum er eitt dømi um, hvussu bilførarar parkera, uttan at hugsa seg um. Her sleppa neyðsendarakfør heldur ikki framat
Áki Bertholdsen
27. september 2023 kl. 07:52

Løgreglan hevur stórar trupulleikar av bilførarum, sum parkera so ófantaliga, at tað er til ampa fyri onnur. Tey siga, at tað er hvønn einasta dag, at tey mugu brúka orku upp á at leita eftir bilførarum fyri at fáa teir at flyta bilarnar, tí teir standa til fortreð. 

Hetta er nógv mest í Havn, men eisini aðrastaðni. 

Løgreglan sigur, at eitt vanligt dømi er, at betongbilar, og aðrir arbeiðsbilar ikki sleppa framat har teir skulu fyri bilum, sum bilførarar bara hava tveitt frá sær, uttan at hugsa seg um.

Løgreglan sigur, at í slíkum førum er tað eisini mangan soleiðis, at heldur ikki neyðsendarakfør høvdu sloppið framat, skuldi tað verið neyðugt. 

Í gjárkvøldið hevði ein bilførari eisini parkera bilin so ófantaliga uppi á Oyggjarvegnum, at fleiri bilførarar ringdu til løgregluna um tað, tí hann stóð so langt úti á vegnum, at hann var til vanda fyri ferðslutrygdina. 

Sum oftast er talan um bilar, sum standa ólógliga parkeraðir. Men talan er eisini um bilar, sum standa, har tað er loyvt at parkera. 

Men løgreglan leggur dent á, at hóast tað er loyvt at parkera, er tað ikki loyvt at parkera soleiðis, at bilurin er til ampa fyri aðra ferðslu.