Í gjár ringdi ein suðuroyingur til løgregluna at melda, at onkur hevur stolið diesel úr tanganum á lastbilinum hjá honum.
Hann segði eisini løgregluni, at hetta var hent fyrr, men nú hevur hann mist tolið og tí meldaði hann.
Hann hevur eisini gjørt vart við seg á Facebook, og eitt hann harmast um, er, at tann, sum hevur stolið úr tanganum, hevur ikki skrúvað spunslið av afturat - sum tað sæst á myndini, sum vit hava tikið av Facebook
Hann sigur, at eitt er missa dýra dieselolju, men fer tað at regna, og vatn kemur í tangan, verður tað ein dýr søga. So næstu ferð tjóvurin kemur at stjala olju, heitir hann á hann um, í minsta lagið, at skrúvað spunslið á aftur...
Í gjár ringdi eisini ein bensinstøð norðan fyri, at ein hevði verið á støðini, og bilførarin hevði fylt á tangan - men hann rýmdi avstað aftur, uttan at rinda.
Løgreglan sigur, at nú fara tey at gjøgnumganga vakmyndatólini á støðini fyri at vita um tey ikki fáa fatur á tjóvinum.