Hava staðfest at tey eru ímillum tey allarbestu í Norðurlondum

Føroyskur reiðmaður vann aftur heiðursmerki í norðurlendskari kapping

Áki Bertholdsen
12. august 2024 kl. 09:30

Tað var stórur spenningur undan finaluni í kappingini um norðurlendska meistaraskapin í gonguløgum, ið var í Herning í Danmark um vikuskiftið.

Ríðisamband Føroya sigur, tað var heldur ikki uttan orsøk, tí fyri fyrstu ferð skuldi eitt ross úr Føroyum verja eitt NM heitið.

Talan var sjálvsagt um Knút Lútzen og hestin, Kára frá Ásbrú, ið sum vunnu gull í kappingini á Álandi í 2022. Føroyska legan var tó fullgreið um at hetta at verja meistaraheitið, var ein torfør uppgáva, tí kappast skuldi ímóti frægastu rossum og reiðfólkum í norðurlondum.

Tað bar úrslitið í innleiðandi umfarinum eisini boð um, har gjørdist teir báðir nummar fýra, men munurin var lítil millum tey fremstu rossini, sigur Ríðisambandið.

Finalan byrjaði heldur ikki gott hjá teimum báðum, aftaná fyrstu stakgreinina lógu teir aftarlaga, men við einum sera góðum endaspurti so megnaðu Knút Lútzen og Kári frá Ásbrú, at vinna seg upp á eitt sera flott silvurheiðrspláss.

So hóast tað ikki eyðnaðist at endurvinna NM heitið, so er hetta prógv um at NM heitið á Álandi ikki var av tilvild og at Knút Lútzen og Kári frá Ásbrú, nú av álvara hava vunnið sær sess, millum tey allarbestu í norðurlondum, sigur Ríðisambandið.