Dagført: Nú er vegurin opin aftur
Fyrr í dag varð vegastrekkið norðan fyri Kollafjarðartunnilin, avbyrgdur, men nú er vandin av
Áki Bertholdsen
23. mai 2024 kl. 15:40
Fyri eini løtu síðani kom eldur í eina gummiged á parkeringsplássinum til bussar uttan fyri Kollafjarðartunnilin, kollfjarðarmegin.
Og har er ikki heilt vandaleyst, tí eitt av dekkum sprongdist og fleyg 30 metrar niðan í hagan. Sostatt er vandi fyri at hini hjólini eisini spreingjast og tí er vegurin avbyrgur. Sostatt mugu bilar brúka Oyggjarvegin.
Men tað nýggjasta er, at nú er eldurin sløktur, og allur vandi er av, so nú er koyrandi aftur