Ongi úrslit

Hava slitið samráðingarnar - umhugsa nú støðuna

Samráðingarnar ímillum Heilsuhjálparafelagið Kommunala Arbeiðsgevarafelag, eru nú slitnaðar, og heilsuhjálpararnir umhugsar nú støðuna

Áki Bertholdsen
13. februar 2025 kl. 15:10

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur steðgað samráðingunum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið - og felagið umhugsar nú støðuna.

Tað sigur felagið í tíðindaskrivi nú seinnapartin

Samráðingarnar skuldu halda fram í dag, har Kommununala Arbeiðsgevarafelagið skuldi leggja fram eitt uppskot um semju, men fundurin bleiv slitin eftir bert 20 minuttum. 

– Vit hava samráðst í fýra mánaðir og áttu tí at havt eina fatan av ynskjunum hjá hvør øðrum. Men so var ikki. Uppskotið frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum var ein long røð av krøvum, um at okkara limir skuldu geva frá sær vunnin rættindi, uttan at fáa nakað afturfyri, sigur sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya.

Hon sigur, at tað var tí at tey slitu fundir.

– Okkara limir røkja nakrar av mest viðbreknu uppgávunum í samfelagnum og tí gera vit einki í óðum verki, leggur hon afturat.

– Men hetta uppskotið, ið kom á borðið í dag, ger seg somikið illa inn á okkara rættindi, at har var einki grundarlag at samráðast víðari. Nú umhugsa vit næsta leik væl og virðiliga, leggur hon afturat

Enn er eingin nýggjur fundur avtalaður

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

Í gjár kl. 22:17

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55