Semja er í dag gjørd millum Yngri Læknar Føroyar og Fíggjarmálaráðið. Tey eru samd um trý ára sáttmála. Semjan byggir á ein lønarkarm, sum fyrsta árið er 3,8 prosent og annað árið er lønarhækkingin 4,04 prosent.
Triðja árið verður tað sama sum onnur feløg fara at fáa á almenna arbeiðsmarknaðinum. Eisini eru nakrar broytingar gjørdar í sáttmálatekstinum.
Tað nýggja í semjuni er, at ein avtala er gjørd um at arbeiða við eini høvuðsavtalu í sáttmálaskeiðinum. Hetta er ein høvuðsavtala, sum er ein yvirskipað avtala, sum skipar viðurskiftini millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar.
Nýggja semjan við Yngri Læknar Føroyar er góð, og tað er gott, at semjan røkkur longri enn tvey ár fram, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjrmálum.
Hetta ger, at partarnir fáa stundir og frið at arbeiða við øðrum týðandi tættum og koma víðari við lønarsamráðingunum.
– Men tað, sum eg eri serliga glað fyri við hesi semju, er, at partarnir eru samdir um at arbeiða við eini høvuðsavtalu í sáttmálaskeiðinum, sigur Ruth Vang.