Hava sett venjara til kvinnurnar

Hóast venjarin er ungur, hevur hann drúgvar royndir í fótbólti

Jógvan Andersen, næstformaður í Skála ítróttarfelag, vinstrumegin, og Sveinur Ellefsen
Áki Bertholdsen
26. januar 2024 kl. 10:09

Tað verður Sveinur Ellefsen, sum verður høvuðsvenjari hjá kvinnum í bestu deildini hjá Skála Ítróttarfelag. Tað boðar felagið frá í dag.

 Sveinur er úr Miðvági og hann er 31 ára gamal, men hann hevur verið virkin í fótbólti síðan á ungum árum.

Hann hevur verið leikari í 1. og 2. deild hjá monnum í MB og 07vestur, og hann hevur eisini verið venjari hesi seinastu 15 árini. Hann er giftur við Hansu Heðinsdóttir Ellefsen og tey búgva á Skála.

Á aðalfundinum hjá Skála Ítróttarfelag í fjør varð Sveinur valdur í starvsnevndina hjá felagnum og hann varð afturvaldur á nevndarvalinum í ár. Í samband við at Sveinur tekur við sum høvuðsvenjari hjá kvinnum, fer hann í farloyvi frá nevndararbeiðinum.