Hesi seinastu fimm árini hevur Landssjúkrahúsið sent tilsaman 29 føroyingar til Danmark at fáa psykiatriska hjálp.
Tað sigur Margit Stórá landsstýriskvinna í heilsumálum. Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hana, hvussu nógv fólk, vit hava sent av landinum til viðgerð.
Margit Stórá sigur at av hesum 29 fólkunum, er talan um ellivu børn og ung undir 18 ár.
Hon sigur, at í hesum førum er talan er um sjúklingar, ið hava tørv á heilt serligari viðgerð, sum vit ikki kunnu geva teimum í Føroyum.
Landsstýriskvinnan sigur, at eisini í Danmark er tað vanligt, at tey smærru sjúkrahúsini senda ávísar sjúklingar á størri sjúkrahús har tey hava serliga førleikar á ávísum økjum.
Tað er týdningarmikið at tryggja, at allir sjúklingar fáa røttu viðgerð, og í einstøkum førum er neyðugt at senda sjúklingar til viðgerð í Danmark, sigur Margit Stórá.
Hon sigur, at tað verða eisini fleiri børn send til kanningar og serviðgerð í Danmark fyri likamligar sjúkur, tí vit ikki hava teir røttu serlæknarnar í Føroyum.
Í 2020 vórðu 178 børn og ung send til serviðgerð uttanlands, í 2021 var talið 188, í 2022 var talið 201 og í fjør vórðu 195 børn og ung send á sjúkrahús uttanlands til serviðgerð. Tey, sum vórðu send av landinum til psykiatriska hjálp, eru við í hesum tølum.
Margit stórá sigur, at tey hava ikki yvirlit yvir, akkurát, hvussu nógv hetta kostar. Men í 2021 rindaði sjúkrahúsverkið í Føroyum, psykiatriskum sjúkrahúsum á keypmannahavnarleiðini umleið tvær milliónir krónur fyri tey børn og tey ungu, sum vórðu send av landinum. Í 2022 var rokningin 1,6 milliónir og í fjør var hon seks milliónir.
Harumframt koma ferðaútreiðslur, uppihald á Sjúklingahotellinum, umframt útreiðslur fyri kanningar ella viðgerðir aðrastaðni enn á spykiatriskum sjúkrahúsum.
Á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum halda tey ikki, at tað slepst undan at senda sjúklingar til Danmarkar, tí í Føroyum hava vit ikki førleikar til allar viðgerðir.
Eitt tiltak, ið kann forða fyri, at summi verða send av landinum, er at seta fleiri serlæknar, og fleiri sersálafrøðingar í starv í Føroyum - men tey eru ring at fáa fatur á.
Fyri at eggja hjá serfrøðingum á ymsum økjum at koma til Føroya, verður arbeitt við at gera Sjúkrahúsverkið til eitt universitetssjúkrahús.
– Eitt universitetssjúkrahús er millum annað við til at fáa fatur á teimum dugnaligastu og royndastu heilsustarvsfólkunum, sigur Margit Stórá.