Hava nú sett endaligan prís á bygningin

Løgtingið viðgerð nú eina umsókn um at játta 43,7 milliónir afturat til H-bygningin

Áki Bertholdsen
26. oktober 2023 kl. 11:41

Tilsamans fer nógv umrøddi H-bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum at kosta 769,7 milliónir.

Tað sigur Landsverk, nú Løgtingið viðgerð eitt uppskot um at játta 43,7 milliónir afturat til byggingina fyri at fáa arbeiðið liðugt.

Landsverk sigur, at í dag kostar H-bygningurin 726 milliónir og játtar Løgtingið tær 43,7 milliónirnar afturat, verður kostnaðurin sostatt 769,7 milliónir.

Landsverk sigur, at hetta gevur ein prís upp á 49.713 krónur fyri fermeturin.

Tað er rættiliga nógv men yvirhøvur er tað dýrt at byggja sjúkrahús, tí tað setir heilt serlig krøv til byggingina, umframt at tey eru rokað við teknikki.

Men samstundis er tað hugvekjandi, at lítlar íbúðir í Havn standa til sølu fyri næstan 42.000 krónur fermeturin.