Hava mótmælt grindadrápi í Havn

Føroyingar eru ikki heilt slopnir av við Paul Watson

Áki Bertholdsen
27. juni 2024 kl. 14:00

Í gjár vóru umboð fyri nýggja, sokallaða, umhvørvisfelagsskapin í Havn ogskipaði fyri tiltaki fyri at mótmæla grindadrápi.

Paul Watson hevur annars boðað frá, at hann fer í Suðuratlantshav at stríðast ímóti ólógligum fiskiskapi har.

Men hann hevur ikki gloymt okkum heilt, tí hann hevur sent fólk higar í summar. Og í gjár skipaðu tey við tiltaki uttan fyri farstøðina í Havn, sum skuldu vísa ein blóðugan grindamann selja grind.

Tað tað ikki langa tíð at síggja, at hatta er eftirgjørd grind, tí tað er einki fantilsi á uppskeringini.

Hetta tiltakið er eitt lið í einum nýggjum propagandafilmi hjá Paul Watson ímóti grindadrápi, har hann heitir á bretsku stjórnina, ferðavinnuveitarar, handlar og matstovur um at boykotta Føroyar.

Men har hevur alt gingið friðarliga fyri seg, og tað er heldur eingin, sum hevur tikið sær tykni av tí, í øllum førum sigur løgreglan, at tey vita einki um hetta.

Onkrir grindamenn hava skotið upp, at tá ið grind er, skuldu allir grindamenn farið í grind í klæðir við búmerkinum hjá Paul Watson á.