Hava mist fleiri túsund krónur - eru sannførd um at peningurin er stolin

Løgreglan stendur á berum

Áki Bertholdsen
4. desember 2023 kl. 08:58

Fyri nøkrum døgum skrivaðu vit um, at óbodnir gestir høvdu verið inni í einum húsum í Haldórsvík, men tá ið fólk komu fram á hann, helt hann til rýmingar. Og hóast løgreglan leitaði við hundum, funnu tey ikki mannin. Tey fylgdu slóðini í eina á, men har mistu hindarnir tevið.

Tí bað løgreglan almenningin um hjálp og tey siga, at tað hava verið fólk, sum hava vent sær til tey.

Talan er kortini ikki um upplýsingar, sum hava hjálpt teimum at uppklára málið og tí vil løgreglan framvegis frætta frá fólki, sum hava sæð nakað illgrunasamt.

Men løgreglan sigur, at í hesum sambandi hava onnir fólk í Haldórsvík ringt at greiða frá, at tey hava mist fleiri túsund krónur, tey høvdu liggjandi.

Hetta er nakað síðani og fyrst hildu tey, at tey høvdu bara forlagt peningin, men tey høvdu leitað upp og niður, men til fánýtis.

Men nú hesin tilburðurin tók seg upp, ivast tey ikki í, at onkur hevur verið inni og stolið peningin.

Løgreglan hevur kortini ongar ábendingar um, hvørji tjóvurin, ella óbodni gesturin, kunnu vera.