Hava minningarhald fyri pinkubørnum sum eru deyð

Týskvøldið verður minningarhald í Havn

Áki Bertholdsen
11. oktober 2024 kl. 22:51

Týsdagin, tað er 15. oktobur, er Altjóða dagur fyri pinkubarnadeyða, og hann verður eisini hildin í Føroyum.

Hann verður hildin í Beranum í Havn.
Felagið Pinkubarnadeyði, og Berin, sum skipa fyri tiltakinum, sigur, at tá ið vit missa eitt pinkubarn, missa vit ein part av okkum sjálvum - ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. 

– Vit fingu knýtt sterk bond til børn okkara, annaðhvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina - ella vit hava livað saman við teimum.
– Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir til at minnast børnini, ið fingu eitt alt ov stutt lívsskeið.
Saman við foreldrum og avvarðandi kring allan heimin minnast vit børnini á altjóða degnum.

I hesum sambandi verður opið hús í Beranum, sum heldur til í Niels Finsensgøtu 32, og tað verður klokkan 18.30 týskvøldið. 

Høvið verður at skriva, ella at tekna, eina heilsan á vøkru ljósposarnar. Vit tendra ljósini frá klokkan 18.45, so at øll ljósini eru tendrað klokkan 19. Ása Helena Brynjarsdóttir syngur og tey bjóða eisini ein drekkamunn. Fyrireikararnir siga, at tiltakið er alment og at øll eru vælkomin.