Summarfestivalurin er akkurát farin aftur um bak og fyrireikararnir eru væl nøgdir. Festivalurin var ein av teimum heilt góðu. Veðrið var gott, serstakliga leygarkvøldið, og nógv fólk var á festivali, siga fyrireikararnir.
Útlendsku høvuðsnøvnini Olly Murs, Uriah Heep, Faustix og Paul Watchorn høvdu góðar framførslur, og føroysku tónleikararnir, og bólkarnir, spældu aftur í ár týðandi leiklut á festivalinum við fjølbroyttum og frálíkum konsertum.
Umframt tað var eisini stór undirtøka fyri Silvalandi og tjaldbygdini.
Men fyrireikararnir liggja ikki á latu síðuni og teir siga, at í næstum verður farið undir at fyrireika festivalin næsta ár.
Tað er eisini greitt, at summarfestivalurin næsta ár verður dagarnar frá 7. til 9. august.