Hava lagt misálit á Ingilín Didriksen Strøm fyri Løgtingið
Tað eru formenninir í teimum trimum andstøðuflokkunum, sum hava skrivað undir
Áki Bertholdsen
24. oktober 2024 kl. 11:22
Tað hevur leingi ligið í luftini, men nú er tað veruleiki: Andstøðan hevur nú lagt uppskot um misálit á Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu, fyri Løgtingið.
Hetta er eitt stig tey hava tikið tí at tey tvíhalda um, at hon hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum um fíggjarligu støðuna hjá Bústøðum
Herfyri kom ein samd Landsstýrismálanevnd til ta niðurstøðu, landsstýriskvinnan hevði sagt ósatt fyri Løgtinginum.
Men nú er landsstýrismálanevndin ikki longur samd, tí umboðini fyri samgonguni hava heitt á løgtingsforkvinnuna um at seta ein kanningarstjóra at kanna málið. Sjálv tvíheldur landsstýriskvinnan um, at hon hevur ikki sagt ósatt.