Hava kannað nógvar bilar - og tveir bilførari tiknir
Tað hevur aftur verið nógv fólk í býnum í nátt
Áki Bertholdsen
20. oktober 2024 kl. 09:14
Løgreglan sigur, at tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt, men tað hevur kortini verið friðarligt. Nakrar fáar ferðir hava illstøður tikið seg upp, men har hevur tað eydnast løgregluni at koma upp ímillum sissa partarnar, so meiri spurdist ikki burtur úr tí.
Men løgreglan sigur eisini, at tey hava gjørt umfatandi ferðslukanningar í nátt, har tey serliga hava kannað eftir um bilførarar vóru edrúir.
Í hesum sambandi hava tey steðga heilt nógvum bilum, men allir bilførararnir vóru edrúir - uttan tveir. Sosatt varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í Streymoynni og ein afturat varð tikin í Suðuroynni - og blóðroynd er so tikin av teimum báðum bilførarunun.