Hava havt tvey fólk á løgreglustøðini

Tað hevur verið rættiliga friðarligt hjá løgreglunum

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Tað hevur verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni. Men í morgun varð boðað frá ósemju í einum húsum norðan fyri, har tvey fólk vórðu ósamd, men har løgdu fólk upp í fingu skilt partarnar sundur til løgreglan kom.

Løgreglan sigur, at serliga ta eina fólki vildi ikki sissast aftur og tí varð tað tiki við á støðina at sova rúsin av sær.

Og seinni í morgun kom ein hýruvognur á løgreglustøðina við einum kvinnuligum kunda, sum var so kedd og ringum lag, at hann helt tað var frægast at fáa hana á løgreglustøðina. Har var hon so eina løtu til avvarðandi komu eftir henni og fingu hana til hús aftur í øllum góðum.

Men aftur í gjárkvøldið brustu tvær heimagjørdar bumbur í túninum hjá fólki. Løgreglan sigur, at hetta eru heimgjørdar bumbur, sum eru gjørdar burtur úr silvurpappíri og avløpsreinsi. Løgreglan sigur, at hetta hevur verið ein trupulleiki í eina tíð, og tað eru serliga nøkur heilt fá, men ávís hús, sum tey gera seg inn á við hesum heimagjørdu bumbunum. Heldur ikki í gjárkvøldið fekk løgreglan fatur á nøkrum

Løgreglan heldur at hetta eru smádreingir, ella blaðung og tey hava áður heitt á foreldur um at ansa eftir, at børnini ikki taka avløpsreins og silvurpappír - og tey hava eisini heitt á handlar um ansa eftir tá ið børn og ung koma inn at keypa avløpsreins og silvurpappír.