Hava havt trý fólk í brummuni í nátt

Eitt av teimum fær 1.500 krónur í bót

Áki Bertholdsen
21. september 2024 kl. 09:34

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt. Løgreglan sigur, at fleiri stórar veitslur hava verið í nátt og tað hevur sett sín dám á náttarlívið.

Løgreglan sigur kortini, at tað hevur verið rættiliga friðarligt. Men nakrar ferðir máttu tey eftir kortini fólki, sum vóru ólátað, bæði ímóti løgreglufólki, og øðrum, og trý av teimum, tvær kvinnur og ein maður, vórðu tikin við á løgreglustøðina og løgd í brummuna at sova rúsin av sær.  

Løgreglan sigur, at eitt av fólkum fær 1.500 krónur í bót við sær av stað aftur fyri at ólátaðan atburð.