Hava givið loyvi til at seta vindmyllur upp í Sandoynni

Myllurnar eru vestan fyri Sands bygd, men enn skulu fleiri loyvi útvegast, áðrenn tað er klárt at seta spakan í

Áki Bertholdsen
20. februar 2025 kl. 13:37

Umhvørvisstovan hevur tikið avgerð um at geva einum felagi loyvi til seta eitt vindmyllu-orkuverk vestanfyri Sands bygd.

Tað er eitt felag undir stovnan við Jóhan í Niðristovu og øðrum, sum hevur fingið loyvi at seta vindmyllur upp í Klivaløkshaga oman fyri Sand.

Talan er um sjey Vestas V-117 vindmyllur, sum tilsamans kunnu gera upp til 150 GWt um árið.

Lýst varð eftir umsøkjarum um loyvi til elframleiðslu úr vindorku í juli 2024, og tá ið freistin at søkja var úti 15. januar 2025, vóru fýra umsókir.

Tær vóru frá:

Vindorka (undir stovnan) v/Jóhan í Niðristovu v.fl.

Orkufelagið Magn 

Vindfelag hjá SEV

Felag undir stovnan v/Effo

Umhvørvisstovan er nú liðug at viðgera innkomnu umsóknirnar og hevur tikið avgerð um at geva Vindorku v/Jóhan í Niðristovu og øðrum, loyvi við einum byrjunarprísi upp á 26,97 oyru fyri kilowatttíman.

Hendan ætlan er eitt týðandi stig at koma nærri málinum í almenna orku- og veðurlagspolitikkinum um at gera Føroyar meira leysar av olju og harvið at kunna minka um okkara CO2-útlát, sigur Umhvørvisstovan.

Viðmerkjast skal, at endaligt loyvi er treytað av, at onnur neyðug loyvi eisini kunnu fáast til vega, harímillum loyvi frá Yvirfriðingarnevndini, loyvi frá Sands kommunu, og endalig avtala skal eisini gerast við viðkomandi jarðareigarar í økinum.