Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti eini mjølblanding, sum annars skuldi verið vistfrøðilig.
Takan er um vistfrøðiliga mjølblanding frá Quana, og orsøkin til ávaringina er, at týningarevnið, chlorpyrifos, er funnið í mjølinum
Chlorpyrifos er eitt evni, sum verður sprænt á frukt og grønmeti við tí endamáli at týna flogkykt, sniglar og maðk.
Men danska matvørueftirlitið sigur, at tað er eisini heilsuskaðiligt fyri fólk tí tað kann skaða arvaeginleikarnar og heilan hjá fostrum.
Og tey siga eisini, at enntá lítlar nøgdur av hesum týningarevnið kann vera heilsuskaðiligt fyri fólk.
Heilt ítøkiliga er talan um:
Quinuamel 600 g
Nettovekt: 600 g
Best fyri: 19.10.24
Og talan er eisini:
GF Qunuamelblanding
Best fyri: 19.09.2024
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað er avgerandi, at fólk ikki fáa ov nógv av hesum evnum í seg í einum í longri tíðarbili.
Tað er ikki tann einstaka máltíðin, sum er avgerðandi, men tað ein etur í longdini, og tí fáa fólk ikki brádlig sjúkutekin.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at fólk, ið liggja inni við hesum mjølinu, eiga at fara aftur í handilin við tí, ella at koyra tað í skrell.